Meg minnist

Meg minnist - Sjúrður Samuelsen (1:4)
13-02-2022
Jógvan Arge hittir Sjúrð Samuelsen í Havn. Fyrsta sending.

Sjúrður Samuelsen hevur í 35 ár verið skipasýnismaður. Hann er útbúgvin handverkari á Tórshavnar Skipasmiðju. Tók seinni prógv sum maskinmeistari. Sigldi við føroyskum og grønlendskum skip-um. Var eitt skifti hjá SEV á Sundi, áðrenn hann fór á skipasýnið, haðani hann nú er pensjoneraður. Sjúrður hjá Mallu er uppvaksin við Landavegin í Havn. Har var gott lív hjá børnum: nógv dýr, leivdir frá bretum og bátar á Vestaru vág. Teir tóku ein grindabát og fiskaðu ein átta skins fisk upp. Røttu eigararnir vildu hava hvalin., men Gúnnu Jóannes segði nei. Dreingirnir høvdu fiskað hann upp, so teir áttu hvalin.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023