Meg minnist

Meg minnist: Ronald Poulsen (1:3)
13-03-2022
Jógvan Arge hittir Ronald Poulsen úr Miðvági. Fyrsta sending.

Byggifrøðingurin Ronald Poulsen úr Miðvági, búsitandi í Havn, verður nú í Meg minnist. Ronald vaks upp á Ryggi saman við mammuni, ommuni, abbanum, fimm mostrum og fimm mammubeiggj-um. Hann ætlaði sær til skips, men mamman segði kortanei. Ebbe Mortensen skaffaði honum tá lærupláss hjá Danberg & Joensen sum timburmaður. Var við til at byggja Kardamummubýin og arbeiddi á Sornfelli. Eftir læruna var hann fyrst á háskúla í Haslev, og síðani las hann byggifrøði. Síðani arbeiddi hann við FM-støðunum hjá útvarpinum og seinni fyri Landsverkfrøðingin við smærri havnarløgum.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023