- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist
Meg minnist: Ronald Poulsen (3:3)
27-03-2022
Jógvan Arge hittir Ronald Poulsen úr Miðvági. Triðja og seinasta sending.
Ronald Poulsen var býráðslimur í Havn í 17 ár. Varð valdur frá 1. januar 1981 til 1988. Nú úti í fýra ár og valdur aftur frá 1992 til 2000. 1976 -1980 sat hann í líkningarnevndini. Sum unglingi búði Ronald hjá Ebbe Mortensen og tók við eftir hann í býráðnum. Eftir valið í 1980 fór Ronald í sam-gongu við Poul Michelsen sum borgarstjóra og Petur F. Christiansen sum varaborgarstjóra, seinni Lisbeth Petersen. Stórmál vórðu loyst, eitt nú bátabrýr á Vestaruvág, svimjihøllin, vatnverkið í Villingardali, Lágargarður eins og býlingshúsini til barnaansing. At enda var Ronald í starvi hjá Tórshavnar Kommunu og tók sær m.a. av kloakkunum.
Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023