Meg minnist

Meg minnist - 1. sending - Magna Reid Joensen
04-04-2022
Jógvan Arge hittir Magnu Reid Joensen úr Klaksvík, búsitandi í Sandavági. 1. sending.

Magna Reid Joensen í Sandavági verður nú í Meg minnist. Uppvaksin í Klaksvík. Fór ung til Sandavágs at vera lærari. Har giftist hon og setti búgv. Magna er dóttir Petrinu f. Poulsen úr Stovu-garðinum og Robert Joensen á Eiðinum í Klaksvík. Mamman lærdi hárfríðkan í Havn og læt upp egna salong hjá Magniciu á Biskupstøð. Arbeiddi eitt skifti í Kbh. Robert Joensen f. 1912 varð kendur sum kommunuskrivari í Klaksvík og fjølbroyttur rithøvundur. Tók prelininerprógv og stu-dentsprógv í Rønde og Hjørring. Las í Århus og Keypmannahavn. Lærugreinin var gudfrøði. Fór heim í 1939, ta eitt ár var eftir at lesa, men kríggið forðaði fyri, at hann gjørdi seg lidnan.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023