Meg minnist

Meg minnist - 2. sending - Magna Reid Joensen
10-04-2022
Jógvan Arge hittir Magnu Reid Joensen úr Klaksvík, búsitandi í Sandavági.

Robert Joensen búði á Garði í Keypmannahavn. Har hitti hann t.d. K.O. Viderø, Mikkjal Helmsdal og Salomon Joensen. Studentarnir komu í ungmannafelagið hjá Emil Joensen. Robert hevði áhuga fyri mentan. Stóð fyri minnisvarðum yvir sjólætnar í Vági og yvir tey, sum doyðu í Skalvalopunum í Gerðum. Goymdi og festi á blað gomul fyribrigdi, gamlar máliskur og staðarnøvn. Gjørdi eina-mest burturúr seyði og útróðri og fornari boðsending. Kom í klemmu í læknastríðnum. Robert skrivaði sum limur í sjúkrahússtýrinum ikki undir adressuna, tí hann helt tað ikki samsvara við reglurnar at seta Halvorsen. Í 1955 leitaðu konan og døturnar sær skjól í Danmark eina tíð.
 

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023