Meg minnist

Meg minnist: Pál Weihe (1:4)
08-05-2022
Jógvan Arge hittir Pál Weihe í Hoyvík. 1. sending.

Pál Weihe var leingi mestsum dagligur gestur í hvørjari stovu, har hann legði fólki lag á, hvussu tey áttu at bera seg at, meðan koronasóttin herjaði. Nú tekur hann saman um almenna átakið. Hann hevur eisini verið kendur fyri sín áhuga fyri kyksilvuri í grind. Hetta fyribrigdi kom upp í 70unum og Pál Weihe fekk áhuga fyri málinum í 80unum. Hann er føddur og uppvaksin í Sørvági. Bæði for-eldrini, Carolina og Petur Weihe, vóru sørvingar. Tá Pál gekk í skúla, fingu sørvágsbørn nýggjan framkomnan skúla. Pál metti seg at vera frammarlaga millum sibbarnar. Í 3. real varð flutt á Giljanes. Har kom hann fyri seg.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023