Meg minnist

Meg minnist - Viberg Sørensen(1:5)
06-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 1. sending.

Viberg Sørensen hevur eftirnavnið frá langabba sínum Hanusi, sum um aldarskiftið 1900 flutti úr Dali til Trongisvágs. Hanus helt, at har var tryggari at búgva enn í Skeiðistoftum í Dali. Hanus tók húsini niður og tók tey við til Suðuroyar. Hanus tók upp jarðarbrúk, men var eisini postmaður í norðaru helvt. Viberg Sørensen hevur fornavn sítt eftir langabban og abban úrVíkarbyrgi. Teir itu báðir Óli Jóhan Viberg, ið var ein donsk umskriving av Víkarbyrgi. Langabbin gekk burtur og kona hansara Sunnuvá úr Hovi fór skjótt við øllum reiðrinum norð á Tvøroyri. Tey búsettust á Sevmýri og yngri Óli Johan varð bert nevndur Viberg á Sevmýri. Hann var dugnaligur skipari.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023