Meg minnist

Meg minnist: Jóan Pætur Midjord (3:3)
02-10-2016
Jógvan Arge hittir Jóan Pætur Midjord í Havn. Triðja og seinasta sending
Jóan Pætur Midjord var landsliðsspælari í flogbólti og vann fleiri meistaraheiti. Sum unglingi lærdi hann at spæla flogbólt í fimleikatímunum í relaskúlanum.

Jóan Pætur vann síni fyrstu FM á liðnum hjá Føroya Studentaskúla. Um 20 ára gamal fór hann at telva í Havnar Telvingarfelag.

Heilar 10 ferðir var hann til talvolympiadur, níggju ferðir sum spælari og eina ferð sum leiðari.

Besta úrslit hansara var móti filippinska stórmeistaranum Balinas í Manila í 1990. Jóan Pætur var í mong ár hallarvørður á Hálsi.

Í búnum aldri tók hann læraraprógv og starvaðist nøkur ár í Hesti og í Havn.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023