Meg minnist

Sluppirnar á Bankanum - eitt 100 ára minni
25-05-2017
Frásøgn, sum Jógvan Arge leggur til rættis

Tann 23. mai 1917 fingu føroyingar rættiliga at kenna sviðan av fyrra heimsbardaga. Týskir kavbátar preiaðu slupp eftir slupp á Føroya Banka, har tær vóru til fiskiskap.

Kavbátamenninir bóðu manningarnar fara av skipunum, løgdu sprongievni í skipini og søktu tey, meðan føroysku manningarnar ikki kundu gera annað enn hyggja at. Føroyingarnir fóru í skipsbátarnar og settust við árarnar at rógva til lands.

Jóan Petur hjá Mouritsi í Vági førdi sluppina"Margrethu" hjá Jóan Hendrik á Viðareiði. Hann var ikki álvuligur, tá vápnaðir kavbátamenn komu upp á skipið. Í sendingini er brot úr útvarpsfrásøgn hansara.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023