Meg minnist

Meg minnist: Niels Nattestad (4:4)
30-04-2018
Jógvan Arge hittir Niels Nattestad í Havn. Fjórða og seinasta sending.

Niels Nattestad legði í sínum ítróttalívi mesta dentin á hondbólt. Spældi á 1. liði hjá Kyndli frá1964 til 1982 og var føroyameistari næstan hvørt ár. Niels var á landsliðnum frá 1968 og øll 70ini. Eitt skifti var hann formaður í HSF. Seinni hevur hann verið frammarlaga í áhugafelagnum Lions og distriktsguvernørur fyri Føroyar, Grønland og Norðursæland. 60 ára gamal legði Niels frá sær sum skúlastjóri á Venjingarskúlanum í 2007. Sum eftirløntur hevur hann havt parttíðararbeiði fyri sambandsflokkin og ÍSB, men hevur eisini givið sær stundir at ferðast víða um við konuni.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023