Meg minnist

Meg minnist: Jóhannes Andreas Næs (2:4)
14-05-2018
Jógvan Arge hittir Jóhannes Andreas Næs úr Nesi í Hvalba. Onnur sending.

Undir Vørðubrekku er fyrsta hús uttanfyri Lítlahamar í Nesi. Har bygdu Jenis av Gørðum og Marianna úr Skálum. Tey mistu einasta sonin undir Íslandi, og í einum ódnarveðri rivu húsini so illa, at ikki var búgvandi í teimum. Á Gørðum giftist fáminingurin Jenis Ludvig, nevndur Risin, við Mariu.Tey fingu fimm synir og tvær døtur. Allir synirnir búsettust í Nesi. Úr húsinum uttan Garða komu Dánjal og Jákup Berg. Dánjal bygdi á Breyt og Jákup oman fyri húsini á Gørðum. Hann gift-ist Petrinu úr Froðba. Eitt yngri hús í Nesi er á Brekkuni, sum Tummas á Bakkanum og Jóhanna Hendriksen av Sandi bygdu í 1880unum.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023