Meg minnist

Meg minnist: Jóhannes Andreas Næs (3:4)
22-05-2018
Jógvan Arge hittir Jóhannes Andreas Næs úr Nesi í Hvalba. Triðja sending.

Uttastu húsini í Nesi í Hvalba vórðu bygd um 1900. Húsini bygdi Olivuri Schrøter úr Mylludamm-inum úti á Bønhúsfløtu. Hann hevði konu úr Nýggjustovu í Skálum. Olivur gekk burtur í 1919, tá báturin kollsigldi á Mjóanesi á veg aftur av útróðri. Fleiri møguleikar at byggja hús vórðu útvegaðir í Nesi, tá Rókatrøðin varð innløgd í 1916. Barnaheimið hjá Jóhannes Andr. Næs var miðstøð í býlinginum. Har var keypmanshandil, sum eisini tók ímóti útróðrarfiski til virkingar. Har var telefonin og somuleiðis sjúkrakassin. Í Nesi var tú nær sjónum, haganum og dýrunum, og spælt varð ikki minst á tí stóra Fitjasandi.


Sendingin varð send á hvítusunnu, tann 20. mai 2018.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023