Meg minnist

Meg minnist: Óli Jacobsen (2:5)
24-02-2019
Jógvan Arge hittir Óla Jacobsen úr Gøtu. Onnur sending

Óli Jacobsen vaks upp í umhvørvi, har Føroya Fiskimannafelag søga tess høvdu týdning. Frá barnsbeini hoyrdi Óli um Símun Paula Konoy og teir ungu gøtumenninar, sum fingu fiskimenn um landið at stovna felag at røkja síni áhugamál. FF kom í lag í 1911. Sáttmáli varð gjørdur í 1912 og var tann fyrsti á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Í skúlanum í Gøtu hekk ein mynd av norðagøtu-manninum Hans Jákupi Havstreym, sum júst var valdur til formann í FF, tá hann gekk burtur við "Immanuel" í 1932. Óli Jacobsen gjørdist formaður í 1971, tá hann vann á Erlendi Patursson.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023