Mentanarkaféin

Mentanarcaféin live úr Tofta skúla
31-03-2017
Við livandi tónleiki, gestum, frásøgnum, og áskoðarum

Fyri einum góðum mánað síðani varð fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin latið av. Hvussu byrjaði henda verkætlan og hvat merkir hetta fyri mentanarlívið?
Hesar og aðrar spurningar skifta vit orð um við borgarstjóran Jóhannus Danielsen og ein av stigtakarunum Símin Johannesen á kvøldsins Mentanarcafé, sum varð send beinleiðis úr Tofta skúla.
1. apríl hátíðarheldur Nes kommuna at fimti ár eru liðin síðani kommunan gjørdist sjálvstøðug, og Helgi Jacobsen, sum hevur skrivað bókaverk um Nes kommunu, sigur okkum søguna um tá bygdirnar Saltnes, Toftir og Nes gjørdist ein sjálvstøðug kommuna.
Prestagarðurin á Nesi taldist einaferð millum størstu bygningar í Føroyum. Og saman við Albert Isfeld, arkitekti, hava vit verið á gátt, har Josefina Jacobsen, ið er forkvinna í Bygdasavninum í Nes kommunu, beyð vælkomin.
Nýggjar ? og ikki neyðturviliga so stórar, arkitektoniskar perlur eru eisini at finna í Nes kommunu. Og Eyðun Eliasen, arkitektur, sigur okkum søguna um eitt nú einu teirra.
Kórsangur er avgjørdur partur av samleikanum í Nes kommunu. Kórið í Fríðrikskirkjuni fer at syngja, eins og vit fara at skifta orð við kórleiðaran - Michael Jóhan Heinesen.
Hans Poulsen er viðurkendur tónleikari, framleiðari og upptøkumaður. Vit hava verið á gátt í Introvers, ið er nýtt studio á havnalagnum á Toftum.
Kunnu vit kanska siga at siðsøgulig og spildurnýggj mentan møtast umvegis ull, design og ferðavinnu? Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Óla Kristian á Torkilsheyggi, ið tók stig til Navia.
Harry Knudsen er myndlistamaður, og í kvøld hitta vit Harry um eitt prát um eitt nú list, íblástur og myndaevni.....
Livandi tónleikur verður eisini á palli, tá vit fáa vitjan av Daniu Tausen, eins og Janus Wiberg Mortensen eisini vitjar Mentanarcaféina.
Leygardagin hátíðarheldur Nes kommuna fimti ára dagin. Og hvat verður á skránni, tá reyði gólvdregilin verður rullaður út, frætta vit um, tá forkvinnan í mentanarnevndini í Nes kommunu, Elin á Torkilsheyggi, vitjar við borðið.
Og vit fara aftur á Torkilsheygg, tí Hervør Sabina og Kári á Torkilsheyggi fara eisini at borðreiða við livandi tónleiki.
Men vit byrja á útivølli, við sangleikinum High School Musical II, sum verður spældur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Ein av høvuðsmonnunum handan leikin er Bárður á Lakjuni.
Hoyr sendingina her!

Mentanarkaféin

Mentanarkaféin er fasta mentunarsending útvarpsins. Á Mentanarkaféini verða evni innan estetiska mentanarøkið og list umrødd og viðgjørd við samrøðum, ummælum, kjaki og frásagnum. Talan er eitt nú um arkitektur, bókmentir, dans, design, leiklist, myndlist og tónleik. Skiftandi vertir

 

Eisini frætta vit um Minnist tú enn konsertina hjá Tórshavnar Big Band, og Norðurbryggjuna í Keypmannahavn
31-05-2017
Við samrøðum, práti, livandi tónleiki og væluppløgdum áskoðarum varð vitjað í stásiligu Saltsiluni á Drelnesi
25-05-2017
Vónbjørt Vang útgreinar bøkur til summarlesna, og vit eru á neyvari ferð í føroyska tungmálmsumhvørvinum
17-05-2017
Vit frætta um William Heinesen sum myndlistamann, um Jógvan Hansen og Grøna Herbergið, og Leif Abrahamsen, ið vísir á maritima mentanararvin
10-05-2017
Við samrøðum og livandi tónleiki
05-05-2017
Vit vitja í atelierinum hjá Tróndi og Brandi Patursson, tosa við Jákup R. Hansen um Luther, og hitta nýggja leiðaran í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
28-04-2017
Í gjónnið í Elduvík hitta vit Rúna og Susanne Brattaberg, vit ummæla kirkjuhúsið í Hvannasundi, hitta Arnold Vegghamar, og skifta orð um kirkjulist
12-04-2017
Vit tosa við Beinir Bergsson, ummæla High School Musical 2, fregnast um film hjá Havnar Sjónleikarfelag, og fáa innlit í list Thomas Arge
06-04-2017
Við livandi tónleiki, gestum, frásøgnum, og áskoðarum
31-03-2017
5,5 stjørnur frá Rudolfi Joensen og Birnu Heinesen til Verjurøða holubúgvans
24-03-2017
Samrøða við Martin Røen framleiðara hjá DR um verkætlanina, At the Heart of a Selkie, við Eivør og DR Big Band
17-03-2017
Í Mentanarkaféini hesuferð hitta vit Kim Simonsen, ið er yrkjari og bókmentafrøðingur
15-03-2017