Mentanarkaféin

Mentanarcaféin í Saltsiluni
25-05-2017
Við samrøðum, práti, livandi tónleiki og væluppløgdum áskoðarum varð vitjað í stásiligu Saltsiluni á Drelnesi

Hvør er søgan um Saltsiluna, hvørjir eru møguleikarnir, og hvat siga vit um arkitekturin, eru nakrir av spurningunum, vit fara at venda, nú Mentanarcaféin varð send beinleiðis av Saltsiluni á Drelnesi.
Vit hitta Ólav Rasmussen, stigtakara og samskipara, sum sigur okkum um søgu og framtíðarætlanir, vit fara upp í tornið við Albert Isfeld, sum er arkitekturin handan umvælingina og umbyggingina, hitta Trygva Sondum og Margith Holm Jacobsen, sum sóu, tá silan varð bumbað av týskum flogfari í 1941, og tosa við Jacob Haugaard, sum saman við beiggja sínum skrivar eina Suðuroyaroperu til Saltsiluna.
Vit hitta eisini systkini Katrin og Róa Einarson, sum bæði eru virkin listafólk, eins og listakvinnuna Vígdis Sigmundsdóttir.
Tróndur Enni sigur frá um studio, sum hann hevur gjørt í einum gomlum hjalli a Tvøroyri, Jana Jensen greiður frá um ætlaninar við víkingaskipi og víkinganeysti, Annika Jungehau sigur frá um Víkingadagarnar, meðan Páll Lave, arkitektur, nemur við spurningin, um arkitekturur og estetikkur kunnu ganga hond í hond við stórar vinnubygningar.
Livandi tónleikur er eisini á palli, og spennandi og forkunnuga Musikcaféini verður mannað av Froðbiar Sóknar Bluesorkestri; trashbólkinum Asyllex; Tróndi Enni & Lív Næs; Hamradun; Hans Jacob Hjelm; og Tvøroyrar Hornorkestri.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Mentanarkaféin

Mentanarkaféin er fasta mentunarsending útvarpsins. Á Mentanarkaféini verða evni innan estetiska mentanarøkið og list umrødd og viðgjørd við samrøðum, ummælum, kjaki og frásagnum. Talan er eitt nú um arkitektur, bókmentir, dans, design, leiklist, myndlist og tónleik. Skiftandi vertir

 

Eisini frætta vit um Minnist tú enn konsertina hjá Tórshavnar Big Band, og Norðurbryggjuna í Keypmannahavn
31-05-2017
Við samrøðum, práti, livandi tónleiki og væluppløgdum áskoðarum varð vitjað í stásiligu Saltsiluni á Drelnesi
25-05-2017
Vónbjørt Vang útgreinar bøkur til summarlesna, og vit eru á neyvari ferð í føroyska tungmálmsumhvørvinum
17-05-2017
Vit frætta um William Heinesen sum myndlistamann, um Jógvan Hansen og Grøna Herbergið, og Leif Abrahamsen, ið vísir á maritima mentanararvin
10-05-2017
Við samrøðum og livandi tónleiki
05-05-2017
Vit vitja í atelierinum hjá Tróndi og Brandi Patursson, tosa við Jákup R. Hansen um Luther, og hitta nýggja leiðaran í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
28-04-2017
Í gjónnið í Elduvík hitta vit Rúna og Susanne Brattaberg, vit ummæla kirkjuhúsið í Hvannasundi, hitta Arnold Vegghamar, og skifta orð um kirkjulist
12-04-2017
Vit tosa við Beinir Bergsson, ummæla High School Musical 2, fregnast um film hjá Havnar Sjónleikarfelag, og fáa innlit í list Thomas Arge
06-04-2017
Við livandi tónleiki, gestum, frásøgnum, og áskoðarum
31-03-2017
5,5 stjørnur frá Rudolfi Joensen og Birnu Heinesen til Verjurøða holubúgvans
24-03-2017
Samrøða við Martin Røen framleiðara hjá DR um verkætlanina, At the Heart of a Selkie, við Eivør og DR Big Band
17-03-2017
Í Mentanarkaféini hesuferð hitta vit Kim Simonsen, ið er yrkjari og bókmentafrøðingur
15-03-2017