Hetta er seinasti partur í hesi røð av mono-sendingum, ið snúgva seg um tónleik við harmoniku. Í hesi sending verður lurtað eftir føroyskum tónleiki við harmoniku við stevi í trimum fjórðapørtum (3/4). Fyrstu løgini eru søguforteljandi, men síðan tekur valstónleikurin yvir. Endamálið við hesum partinum er at leggja dent á tónleik í trimum fjórðapørtum og harundir valstónleik, tí hetta tykist alsamt at verða meira og meira óvanligt hoyra, nú teldutónleikur er meir frammi í dag, og teldan dugur ikki heilt at svinga upp á tann mátan, sum valstónleikurin ger.