Sí myndirnar: 1428 springarar løgdu beinini

1428 springarar løgdu beinini í Skálafirði í gjárkvøldið, og seðlarnir koma út klokkan 15, uppýsir sýslumaðurin.

Springaradrápið hevur fingið nógva umrøðu, bæði alment og á sosialu miðlunum.

Hans Jacob Hermansen, fyrrverandi formaður í Grindamannafelagnum, hevur sagt, at tað, sum hendi í drápinum í gjárkvøldið, oyðileggur alt tað, sum Grindamannafelagið hevur arbeitt fyri i sambandi við grindadráp. Og mótstøðufólkini hava fingið øll argument móti grindadrápi borðreidd. 

Men grindamenn á Skálafjørðinum siga, at drápið gekk ikki so illa. Trupulleikin var, at nógva fólkið á sandinum, var ikki í grind, siga teir.

Og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at drápið í gjárkvøldið fær ikki seg at umhugsa at broya reglurnar um springaradráp.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera