Sí myndirnar: Kjøtug list í Müllers Pakkhúsi

30.03.2023 - 23:25
Sí myndirnar: Kjøtug list í Müllers Pakkhúsi
Málningar av vakumpakkaðum seyðarhøvdi, upphongdum innvølum og einum krovi eru partar av framsýningini "Kjøt" hjá Heiðriki á Heygum
Í morgin letur Heiðrikur á Heygum, listamaður, upp framsýningina "Kjøt" í Müllers Pakkhúsi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Tað er bæði ein kjøtugur, men eisini ein eitt sindur ófrættakendur og óunniligur dámur yvir Müllers Pakkhúsi í hesum døgum. 

Bæði tey, ið hava verið í einum hjalli, og tey, ið hava sæð heimskendu sjónvarpsrøðina "Dexter", fara at kenna seg aftur í serliga huglagnum, tá ið framsýningin "Kjøt" hjá Heiðriki á Heygum letur upp í morgin klokkan 15.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Framsýningin "Kjøt" er samansett av níggju stórum vatnlitsmálningum, har Heiðrikur á Heygum hugleiðir um kjøt, og hvussu vit royna at skilja kjøtið frá djórinum.

 "Eg bleiv hugtikin av myndunum av føroyskum mati, ið blivu lagdar út á sølubólkar á eitt nú Facebook. Eg helt, at litirnir vóru flottir, og at tað ofta líkist blómum, og tað fekk meg at gruna." (Heiðrikur á Heygum)

"Í flestu londum verða djór dripin og slaktað handan stongdar dyr. Vit skræða skinnið av teimum og skifta tað út við glampandi plasti. Reinsa kjøtið, so tað sær snotiligt út og er uttan blóð, so tað ikki vekir nakað samvitskubit, tá ið vit síggja tað í søludiskunum. Men er tað seyða-, apu- ella menniskjakjøt? Hvat er munurin? Tað er alt kjøt." (Heiðrikur á Heygum)

"Eg havi gjørt málningarnar so stórar, so fólk fáa myndaevnini tætt upp á lívið, sum eitt slag í høvdið." (Heiðrikur á Heygum)

"Innvølur er øgiliga andskræmiligur og vakur samstundis." (Heiðrikur á Heygum)

"Tað eru nógvir mótsetningar í hesum, tí samstundis sum nógv kjøt sær eitt sindur vemmiligt út, so eta vit tað eisini." (Heiðrikur á Heygum)

"Hóast seyðarhøvd og innvølur eru vøkur á at líta, so forðar tann sannroynd, at vit vita hvat tað er, okkum í at njóta vakurleikan. Tað royni eg eisini at fáa fram við hesi framsýningini." (Heiðrikur á Heygum)

Málningurin av vakumpakkaða seyðarhøvdinum er longu seldur. 

"Nógv stórbýarfólk eru í dag kliniskt avskorin frá slakti og øllum tí, ið er samanvovið við at eta kjøt. Tey ána ikki, hvar kjøtið kemur frá." (Heiðrik á Heygum)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262