Sí myndirnar: Nýggja Havnará hugtekur havnarfólk

21.07.2023 - 16:45
Sí myndirnar: Nýggja Havnará hugtekur havnarfólk
Havnarfólk tóktust alt fyri eitt at taka nýggju, eftirgjørdu Havnará til sín, nú girðingin loksins er tikin niður
Vaglið í Havn hevur fingið nýtt lív við nýggju Havnaránni, og Havnin hevur fingið eitt nýtt býarrúm.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Í morgun kundu havnarfólk síggja nýggju Havnará, sum nógv speirekandi kalla Omaná. 

Orsøkin er, at nýggja, eftirgjørda áin í Havn liggur oman á gomlu Havnará, sum seinastu 100 árini stigvíst er løgd undir lok. 

Men í góðveðrinum í dag tók hon seg væl út, nýggja Havnará.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Heðin Mortensen, borgarstjóri, skoðar nýggju Havnará saman við havnarfólki. 

Tað er J & K Petersen, sum hevur staðið fyri arbeiðinum, og væl er frágingið, má sigast. 

Havnarfólk, ið kanska mintust gomlu Havnará, nýttu í góðveðrinum í dag høvið at fara framvið og síggja nýggju Havnará.

Lagið var gott, og tað bleiv ikki verri av, at MC Restorff bjóðaði karamellur. 

Havnarfólk vóru eyðsæð hugtikin av nýggju Havnará, sum dúgliga bleiv avmynda í dag.

Gamla Havnará hevur ikki verið at sæð í miðbýnum síðani miðskeiðis í fimtiárunum, og havnarfólk tóktus fegnast um, at tað aftur rennur vatn í miðbýnum.  

Børnin tók alt fyri eitt nýggju Havnará til sín. 

Meðan summi børn vassaðu í ánni og onnur hoppaðu eftir steinunum, so lótu uppaftur onnur børn seg hugtaka av sínari egnu spegilsmynd í ánni. 

Nógv av teimum havnarfólkum, ið hava verið ímóti nýggju, eftirgjørdu Havnará, máttu ásanna, at tey eru hálsað um, nú tey sóu úrslitið.  

Vaglið í Havn hevur fingið nýtt lív, og Havnin hevur fingið eitt nýtt býarrúm. 

Í morgin, leygardagin 22. juli, verður hátíðarhald á Vaglinum í sambandi við, at verkætlanin Havnará er liðug. 

Tiltakið byrjar klokkan 10.00 við framsýning í Snarskivuni, har Lív Arge Simonsen vísur gamlar myndir av Havnará og umhvørvinum kring ánna. 

Eisini verður tónleikur, røður og morgunmatarborð.

Sí skránna her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. desember
Morgunlestur leygardagur 9. desember 2023
166850
Fríggjadag 8. desember
Vikuskiftið 8. des 2023
167155
Fríggjadag 8. desember
Biit 8. Desembur 2023
167141
Fríggjadag 8. desember
Breddin: Eitt ár síðan valið
167118
Fríggjadag 8. desember
«Tit vita hvørki dagin ella tíman!»
167111
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. desember
Veðrið
167147
Hósdag 7. desember
Sært tú meg 4:4
167093
Mikudag 6. desember
Úr savninum: Haruveiða í felag
135726
Týsdag 5. desember
Hin rusuti á Kilimanjaro (5:8)
167000