Sí myndirnar: Glaspláta dottin av løgtingshúsinum

27.07.2023 - 11:37
Sí myndirnar: Glaspláta dottin av løgtingshúsinum
Eingin skaði stóðst av, at ein av mongu glasplátunum, ið løgtingshúsið er klætt við, brotnaði av løgtingshúsinum og brast niður í Tinghúsvegin
Lukkutíð var eingin undir, tá ein glaspláta brotnaði av løgtingshúsinum og brast niður í Tinghúsvegin
Mynd: Elin Winther Poulsen  
 

Í gjár var ein hvøllur brestur við løgtingshúsið á Tinghúsvegnum í Havn. 

Nógv fólk, ið høvdu verið í biograf til nýggja Barbie-filmin, hvukku við. 

Ein av mongu, stóru glasplátunum, ið løgtingshúsið er prýtt við, var brotnað av hongslunum og brostin niður í gongubreytina við løgtingshúsið. 

Lukkutíð gekk eingin undir, tá glasplátan brast í gongubreytina. 

Økið framvið løgtingshúsinum er nú byrgt av, men hetta er eisini ein dyggur smeitur fyri ólavsøkuhaldið. 

Tingshúsvegurin og økið kring løgtingshúsið eru meginøkið á ólavsøkuni. Har eru nógv tiltøk, og tað ferðast nógv fólk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. november
Veðrið
166469
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248