LGBT-rørslan er tann nýggja marxisman

LGBT-rørslan er tann nýggja marxisman
Tað heldur Bergur Debes Joensen, prestur í Vesturkirkjuni í Havn. Gud signi Føroyar er aftur á skrá, og hesu ferð snýr tað seg um fólkakirkjuna
05.04.2018 - 12:01

Í sjeyti- og áttatiárunum var kristindómurin álopin av kommunismu og marxismu. Men nú kemur hetta sama trýstið frá øllum teimum, sum stuðla LGBT-rørsluni, og sum brúka samkynd í eini uppgerð ímóti teimum gomlu, klassisku virðunum.Tað heldur Bergur Debes Joensen, prestur í Vesturkirkjuni í Havn.

Í kvøld byrjar seinna helvt av sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar, og tann fjórða sendingin í kvøld snýr seg um internu mótsetningarnar og ósemjurnar í føroysku fólkakirkjuni.

Fimta og sætta sending verða so vístar komandi tvey hóskvøldini. Sí brotið við Bergi Debes Joensen úr fjórðu sending her.

Vit vísa fjórða partin av Gud signi Føroyar í kvøld klokkan 19.20.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691