Skuldin minkar eina hálva milliard

Skuldin minkar eina hálva milliard
Olja er ikki enn funnin í nøgdum, sum loysir seg at taka upp, og tí verður lánið nú strikað.
08.06.2018 - 20:30

Sunnudagin verður ein hálv milliard av føroyskari skuld strikað, tí tá eru 20 ár síðani, danir og føroyingar gjørdu avtalu um eitt lán, ið fór at detta burtur, um føroyingar ikki funnu ráðevni í undirgrundini innan 20 ár.

Tað er ikki hent, og tí verður lánið nú strikað. Anfinn Kallsberg var løgmaður í 1998, og hann er errin av avtaluni, sum hann gjørdi fyri 20 árum síðani.

Danir bókførdu beinaveg lánið sum eina útreiðslu, og tí hevur avskrivingin í hesum mánaðinum ongar útreiðslur við sær nú fyri danir.

Samrøðan við Anfinn Kallsberg kann síggjast í fullum líki her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964