Sonja sleppur ikki upp í tingbólkin hjá Tjóðveldi

Sonja sleppur ikki upp í tingbólkin hjá Tjóðveldi
Tingfólkini hjá Tjóðveldi vilja ikki hava Sonju Jógvansdóttir upp í tingbólkin. Tað er niðurstøðan av fundi í tingbólkinum í dag, váttar forkvinnan.
05.02.2019 - 19:05

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, sum fekk 1.021 atkvøður við seinasta løgtingsval, sleppur ikki upp í tingbólkin hjá Tjóðveldi, hóast hon nú hevur limað seg inn í Tjóðveldi. 

Hetta varð niðurstøðan av fundi í tingbólkinum hjá Tjóðveldi í dag. 

Tað váttar Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í tingbólkinum. 

- Rættast er, at tey, ið eru vald fyri flokkin, eru partur av tingbólkinum, staðfestir forkvinnan, sum tó ikki vil seta seg móti, at Sonja Jógvansdóttir sleppur at stilla upp fyri Tjóðveldi við næsta løgtingsval. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802