Óynskta barnið

Óynskta barnið
Sending um Duritu Granada Thomassen úr Sandavági, ið fer til Kolumbia at leita eftir mammu síni.
21.02.2019 - 19:20

Durita Granada Thomassen úr Sandavági er ættleidd úr Kolumbia. Hon varnaðist tíðliga í lívinum, at hon var øðrvísi enn hini børnini, og tað hoyrdi hon eisini nógv fyri, tá hon byrjaði í skúla.

Skúlabyrjanin var eisini ein byrjan av fleiri árum við nógvari happing. Hetta elvdi til, at Durita ofta kom grátandi heim úr skúlanum. Tá Durita gerst sekstan ára gomul, flytur hon til Danmarkar at ganga í eftirskúla. Tá byrjar hon av álvara at merkja, hvørja ávirkan happingin í fólkaskúlanum hevur havt. Kenslan av einsemi tekur dik á seg, samstundis sum tráðanin eftir at vita um sítt upphav birtist. Tá byrjar ferðin aftur til upprunan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851