Felag í Føroyum sett í samband við hvítvasking

Felag í Føroyum sett í samband við hvítvasking
Annfinn V. Hansen, advokatur, sigur, at hann hevði einki við fíggjarligu viðurskiftini í fyritøkuni at gera
22.02.2019 - 20:21

Eitt felag, sum er skrásett í Føroyum, verður sett í samband við hvítvasking av pengum í Kongo.

Talan er um pengar, sum upprunaliga vórðu fluttir ólógliga úr tjóðbankanum í Kongo.

Annfinn V. Hansen, advokatur, var umboðsmaður fyri fyritøkuna , og hann skrásetti hana í Føroyum.

Annfinn V. Hansen sigur, at hann hevur einki havt við fíggjarligu viðurskiftini í fyritøkuni at gera, men hevur bara hjálpt til at stovna fyritøkuna í Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652