Kim Jong-un letur heilsa úr Norðurkorea

Kim Jong-un letur heilsa úr Norðurkorea
Ein russiskur sjónvarpsmaður fekk orðið á norðurkoreanska leiðaran, sum er komin til Russlands at fundast við Putin
24.04.2019 - 11:50

Norðurkoreanski leiðarin Kim Jong-un er komin til Russlands at fundast við Vladimir Putin.

Kim Jong-un hevur ferðast við toki til Vladivostok, sum liggur har eysturi í Russlandi við Kyrra Havið.

Á ferðini til Vladivostok steðgaði tokið í býnum Khasan. Tá fekk ein russiskur sjónvarpsmaður orðið á Kim Jong-un.

"Eg eri komin til Russlands við inniligum heilsanum frá mínum fólki. Eins og eg havi sagt, so vóni eg, at hendan vitjanin fer at eydnast væl, at okkurt kemur burturúr, og at eg á fundi við kæra forsetan Putin kann umrøða serliga spurningin um at loysa trupulleikarnar á koreansku hálvoynni og at menna sambandið millum bæði londini."

Hasa umsetingina hava vit frá AP tíðindastovuni.

Báðir stjórnarleiðararnir hittast ímorgin.

Leiðararnir fara væntandi at umrøða íkomnu støðuna, nú stígur er komin í samráðingarnar við amerikanska forsetan.

Donald Trump og Kim Jong-un hittust í Hanoi í Vietnam fyrr í ár at tingast um ætlanina hjá Norðurkorea við kjarnuorkuvápnum, men tann fundurin endaði uttan semju.

Filmsbrotið hava vit fingið frá Associated Press.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010