Luna misti virði fyri 50 mió. kr. av laksasjúku

Luna misti virði fyri 50 mió. kr. av laksasjúku
Sjúkan kann basast við reinum vatni úr ánni
28.05.2019 - 20:21

Ein nýggj laksasjúka hevur fingið fastatøkur á føroysku firðunum. Sjúkan eitur AGD, og hon hevur longu kostað alifyritøkuni Luna 50 milliónir krónur.

Men sjúkan kann lættliga basast - við reinum vatni úr ánni.

Vága kommuna hevur samtykt at loyva Luna at leiða vatn úr Hóssá út til aliringarnar, treytað av at báta- og skipaferðslan ikki verður tarnað.

Kirstin Eliasen, ph.d. í lívfrøði, sum starvast á Fiskaaling, sigur, at vit eiga ikki at stúra líka nógv fyri hesi sjúkuni sum ILA á sinni, sum at kalla beindi fyri alivinnuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819