Samgongan atkvøður lógina um sjófeingi úr nevnd

Samgongan atkvøður lógina um sjófeingi úr nevnd
Um álit er skrivað ella ikki - samgongan atkvøður málið úr nevnd undir øllum umstøðum
12.12.2019 - 19:40

Vinnunevndin hevur sett um 50 spurningar til Fiskimálaráðið um útlendskan ognarskap, antitrust, atlit til øll øki í landinum og nógv meira - og fleiri onnur hava alment reist spurningar seinastu tíðina.

Hóast Vinnunevndin hevur biðid um longri tíð at viðgera umfatandi broytingarnar, hevur nevndin fingið freist til mánadagin at skriva álit. 

Men tað hevur sum so ongan týdning, um nevndin verður liðug við sítt arbeiði, tí samgongan samtykti á fundi í gjár, at atkvøða málið úr nevndini um neyðugt.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur í dag, at hann miðar ímóti at svara øllum spurningum, áðrenn freistin hjá nevndini er farin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819