Ummæli: Dracula

Ummæli: Dracula
Ummæli av Netflix sendirøðini "Dracula"
17.01.2020 - 17:10

Ein av kendastu karakterunum í ræðufilmsheiminum ella bert filmsheiminum sum heild, er góði, gamli greivi Dracula. Bram Stoker skapti karakterin heilt aftur í 1897, júst tá filmurin eisini varð borin í heim, og líka síðani hevur Dracula havt ein týðandi leiklut í filmsheiminum. 

Vampýrsøgan um Dracula er at finna í óteljandi sendirøðum og filmum. Nú er hann so aftur aktuellur í styttri sendirøðini á Netflix “Dracula”. Hesaferð er tað manningin handan vælumtóktu bretsku krimisendirøðina “Sherlock”, Mark Gattis og Steven Muffat, sum hava skapt sendirøðina, og danski sjónleikarin Claus Bang, sum spælir greivi.

Sendirøðin "Dracula" er ein roynd at endurtulka frumsagnina um Dracula og bera hana inn í samtíðina, so at hon samstundis kennist upprunalig og endurnýggjað. Júst hetta eydnaðist sera væl við Sherlock Holms sendirøðini, men tað er eitt stórt ivamál, um tað eisini er eydnast við "Dracula".

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585