Kommunan seldi uttan at bjóða jørðina út

Kommunan seldi uttan at bjóða jørðina út
Saksun er vorðin ímynd av ferðavinnuni í Føroyum, og nú vilja fleiri eisini byggja summarhús í bygdini
14.02.2020 - 10:54

John Hendrik Holm í Vági keypti 15. januar í ár 4.000 fermetrar av jørð í Saksun fyri 200.000 krónur frá Sunda kommunu. Ætlanin var at byggja fleiri summarhús.

Men nú vísir tað seg, at kommunan ikki kann selja jørðina, uttan at bjóða hana út alment.

Borgarstjórin í Sunda kommunu viðurkennir, at eitt mistak er gjørt.

Sí innsløg í Degi og Viku og samrøður við Hilmar Høgenni, deildarstjóra í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, og Heðin Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu, sum vóru gestir í sjónvarpsstovuni.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851