Bústaðarpolitikkurin til hoyringar

bannari
Bústaðarpolitikkurin til hoyringar
Bústaðir fær heimild at læna 400 milliónir krónur til at byggja fyri. Men pengarnir eru markaðir, og Bústaðir skal javnsetast við privatu vinnuna
02.07.2020 - 19:58

Ósemjan var grundleggjandi, tá ein arbeiðsbólkur handaði landsstýriskvinnuni sína frágreiðing um bústaðarpolitisk átøk, 6. mars. Í dag, smáar fýra mánaðir seinni, roynir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir at binda fyri, soleiðis at bústaðarpolitikkurin hjá samgonguni loksins kann gerast veruleiki.

Loysnin er, at Bústaðir fær loyvi at læna 400 milliónir krónur afturat. Men neyvar treytir fylgja við.

200 milliónir skulu brúkast til almannagagnligar verkætlanir - til dømis búfelagsskapir, sambýlir ella lestrarbústaðir.

100 milliónir skulu brúkast til bústaðir, sum skulu byggjast kring landið - har eingin kapping er á bústaðarmarknaðinum

Síðstu 100 milliónirnar sleppur Bústaðir sjálvt at ráða yvir - fyri hesar pengarnar kann Bústaðir byggja íbúðir í Havn, men tá skal avkast-kravið vera størri. Tá skal byggjast "á javnsettum grundarlagi við tað privata".

Eisini ætlar landsstýriskvinnan at bjóða út fimm búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi, sum skulu byggjast í alment-privatum samstarvi. Tørvurin er stórur, leiguinntøkurnar tryggar, og tí eiga privatir íleggjarar at hava áhuga at vera við her, heldur landsstýriskvinnan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887