- Tíðindi, mentan og ítróttur
Støðugt trýst á Jeppe Kofod
Støðugt trýst á Jeppe Kofod
Eftir at yvirborgarstjórin í Keypmannahavn í gjár mátti leggja frá sær, eru flestu eygu vend móti danska uttanríkisráðharranum.
20.10.2020 - 19:45
Trýstið á danska uttanríkisráðharran vaksur. Spurningurin um Jeppe Kofod kann vera uttanríkisráðharri, tí hann fyri 12 árum síðani sum 34 ára gamal hevði samlegu við eini 15 ára gamlari gentu, fyllir nógv í donskum miðlum.
Onnur bylgja av #metoo hevur av álvara rakt Danmark. Yvirborgarstjórin í Keypmannahavn, Frank Jensen, mátti í gjár leggja frá sær, tí fleiri kvinnur søgdu sína søgu um hansara ósømiligu atferð. Og undan honum legði Morten Østergaard frá sær sum formaður í Radikale Venstre. Og nú eru flestu eygu vend móti danska uttanríkisráðharranum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV