Trump: Størsti heiður í lívinum

Trump: Størsti heiður í lívinum
Donald Trump hevur seinasta samdøgrið takkað fyri seg í Hvítu húsunum. Eg stríddist fyri okkara land, segði hann í gjárkvøldið
20.01.2021 - 15:04

Fráfarandi amerikanski forsetin, Donald Trump, helt í gjárkvøldið sína fráfaringarrøðu. Umstríddi forsetin nýtti høvið at takka øllum, sum hava stuðlað sær.

Og so gjørdi hann vart við, at tað hevur verið størsti heiður í lívi hansara at sleppa at vera forseti í USA. 

"Eg stríddist fyri teg. Eg stríddist fyri tínari familju. Eg stríddist fyri okkara land. Fram um alt, so stríddist eg fyri tí, sum USA stendur fyri. Tað er eitt trygt, sterkt, errið og frælst land."

Donald Trump tók ikki komandi forsetan, Joe Biden, upp á tungu.

Størsti heiðurin

Trump staðfesti, at tað var størsti heiður í lívi hansara at sleppa at vera forseti í USA. 

"Hetta hevur verið ein stórur heiður, tann størsti í lívinum. Hetta eru bestu fólkini í heiminum, besta heimið í heiminum, hetta er okkara heim," segði fráfarandi forsetin.  

"Vit elska amerikanska fólkið, og tað hevur verið eitt serstakt tíðarskeið." 

"Eg vil bara siga farvæl, men vónandi er hetta ikki eitt endaligt farvæl. Vit síggjast aftur. Stóra takk fyri."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887