Ingálvur - Ferðin inn í tað ókenda

Ingálvur - Ferðin inn í tað ókenda (1:2)
04-03-2021
Føroysk dokumentar stuttrøð - fyrri partur

Í seinnu helvt av 90-unum fylgdu nakrir føroyskir fjølmiðlamenn Ingálvi av Reyni í útvið trý ár. Burturúr kom heimildarfilmurin"Svartur sannleiki" (1999), sum er ein persónslýsing av Ingálvi, við listamanninum sjálvum sum frásøgufólki.

20 ár seinni hava framleiðararnir verið í pappeskjunum og leitað gamlar upptøkur fram, sum máttu sáldast frá í klippingini til filmin.Virðismiklar upptøkur um ein av Føroya fremstu listarmonnum, sum ikki hava verið vístar alment fyrr.

Hesaferð møta vit Ingálvi av Reyni, soleiðis sum filmsliðið aftanfyri Svarta sannleikan upplivdi hann. Á ferðini síggja vit samrøður, sum ikki hava verið vístar fyrr. Vit síggja aðrar síður av listamanninum og fáa innlit í íblástrarkeldurnar, sum ávirkaðu hann.

Dokumentarurin er gjørdur í sambandi við, at tað herfyri vóru 100 ár síðani Ingálvur av Reyni varð borin í heim.

Lagt til rættis og framleitt: Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen.

Ingálvur - Ferðin inn í tað ókenda

Dokumentarurin um listamannin Ingálvur av Reyni. Sendingin var gjørd í samband við at tað í 2020 vóru 100 ár síðani, at Ingálvur av Reyni varð borin í heim.

Føroysk dokumentar stuttrøð, seinni partur
11-03-2021
Føroysk dokumentar stuttrøð - fyrri partur
04-03-2021