»Krossfest, krossfest Hann!«

02.04.2021 - 12:00
MentanÁtrúnaður
»Krossfest, krossfest Hann!«
Pilatus vildi lata hann leysan, men fólkið vildi nakað annað. Annfinnur Heinesen lesur evangeliið eftir Lukas, kapittul 23

Tak niður

Jesu krossfestin og deyði.

Evangeliið eftir Lukas, kapittul 23.

v13 Men Pilatus kallaði saman høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar og fólkið

v14 og segði við tey: «Tit hava ført mær higar henda mann sum tann, ið villir fólkið út á avvegir; og sí, eg havi so tit hava hoyrt, forhoyrt hann, og eg havi onga søk funnið hjá hesum manni í tí, sum tit klaga hann fyri.

v15 Og heldur ikki Heródes; tí at hann sendi hann aftur til okkara; og sí, hann hevur einki gjørt, sum hann eigur at verða dripin fyri.

v16 Eg vil tí revsa hann og sleppa honum leysum.»

v17 Men hann noyddist at sleppa teimum einum fanga leysum um hátíðina.

v18 Men tey rópaðu øll somul og søgdu: «Burtur við honum! Gev okkum Barabbas leysan!»

v19 Men hetta var ein maður, sum var settur fastur fyri uppreist, sum verið hevði í staðinum, og fyri manndráp.

v20 Og Pilatus talaði upp aftur til teirra, av tí at hann hevði hug at lata Jesus leysan.

v21 Men tey rópaðu og søgdu: «Krossfest, krossfest hann!»

v22 Men triðju ferðina segði hann við tey: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt? Eg havi onga deyðasøk funnið hjá honum; eg vil tí revsa hann og lata hann leysan.»

v23 Men tey strongdu á við hørðum rópum og kravdu, at hann skuldi verða krossfestur; og róp teirra vórðu við yvirlutan.

v24 Og Pilatus dømdi tá, at tað skuldi verða soleiðis, sum tey kravdu;

v25 og hann slepti honum leysum, sum fyri uppreist og manndráp hevði verið settur fastur, tí, sum tey bóðu um; men Jesus gav hann teimum eftir vild teirra.

v32 Men tveir aðrir, tveir illgerðarmenn, vórðu førdir út við at verða tiknir av døgum saman við honum.

v33 Og tá ið teir komu á tann staðin, sum kallast Skallin, krossfestu teir hann har og illgerðarmenninar, annan høgrumegin og annan vinstrumegin.

v34 Men Jesus segði: «Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!» Men teir býttu klæði hansara millum sín og kastaðu lut um tey.

v35 Og fólkið stóð og hugdi at. Men høvuðsprestarnir hildu hann fyri spott og søgdu: «Øðrum hevur hann hjálpt, lat hann nú hjálpa sær sjálvum, um hann er Guðs Kristus, hin útvaldi!»

v36 Somuleiðis spottaðu eisini hermenninir hann; teir komu og rættu honum edik og søgdu:

v37 «Ert tú kongur Jødanna, so bjarga tær sjálvum!»

v38 Men ein yvirskrift var eisini uppi yvir honum: Hetta er kongur Jødanna.

v39 Men annar av illgerðarmonnunum, sum hongdir vóru, spottaði hann og segði: «Ert tú ikki Kristus? Bjarga tær sjálvum og okkum!»

v40 Men annar svaraði og hevði at honum og segði: «Óttast tú heldur ikki Guð, tá ið tú ert undir sama dómi?

v41 Og vit eru tað við rættum; tí at vit fáa tað afturlønt, sum vit hava gjørt; men hesin hevur einki ósámiligt gjørt.»

v42 Og hann segði: «Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!»

v43 Og hann segði við hann: «Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!»

v44 Og tað var nú okkurt um hin sætta tíman, og myrkur kom um alt landið líka til hin níggjunda tíman,

v45 við tað at sólin myrknaði. Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey eftir miðjuni.

v46 Og Jesus rópaði við harðari rødd og segði: «Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín!» Og í tí hann hetta segði, andaðist hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. apríl
Frá fyrsta Smirli til í dag - 11. sending
122923
Leygardag 17. apríl
TEMAPLÁTAN: New Jersey, Bon Jovi, 1988
122961
Leygardag 17. apríl
Hetta heilaga Evangeliið skrivar
122959
Leygardag 17. apríl
Brunsj við Niels Petur Nolsøe (NePtuN)
122958
Leygardag 17. apríl
Akkerini vóru bjargingin
122792
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 17. apríl
Hondbóltur: VÍF - H71
122963
Hósdag 15. apríl
Tóki
122879
Mikudag 14. apríl
Hondbóltur: H71 - VÍF
122834
Mikudag 14. apríl
Hondbóltur: Neistin - STIF, 1. FM-finalan
122833
Týsdag 13. apríl
Katrin Danielsen, Ílegusavnið
118857