»Hann er ikki her, hann er risin upp«

04.04.2021 - 12:00
MentanÁtrúnaður
»Hann er ikki her, hann er risin upp«
Pætur undraðist á tað, sum var hent. Annfinnur Heinesen lesur evangeliið eftir Lukas, kapittul 24

Tak niður

Jesu uppreisn.

Evangeliið eftir Lukas, kapittul 24
 

v1 Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga á morgni, komu tær til grøvina og høvdu við tær angandi urtirnar, sum tær høvdu gjørt til.    

v2 Og tær funnu steinin veltan frá grøvini.    

v3 Og tá ið tær fóru inn, funnu tær ikki Harrans Jesu likam.    

v4 Og tað hendi, meðan tær vóru í døpurhuga um hetta, tá stóðu alt í einum tveir menn hjá teimum í skínandi klæðum.    

v5 Og meðan tær vórðu ógvuliga skakkar og boygdu andlit síni til jarðar, søgdu teir við tær: «Hví leita tit eftir hinum livandi millum hinna deyðu?    

v6 Hann er ikki her, men hann er risin upp. Minnist til, hvussu hann talaði við tykkum, meðan hann enn var í Galileu,    

v7 og segði, at menniskjusonurin átti at verða givin upp í syndiga manna hendur og at verða krossfestur og at rísa upp á triðja degi.»    

v8 Og orð hansara komu teimum í huga.    

v9 Og tær vendu aftur frá grøvini og kunngjørdu alt hetta fyri teimum tólv og fyri øllum hinum.    

v10 Men tað vóru tær Maria Magdalena og Jóhanna og Maria, móðir Jákups, og so hinar, sum vóru saman við teimum; tær søgdu ápostlunum frá hesum.

v11 Og teir hildu hesi tíðindi vera nakað møsn, sum ikki var farandi eftir, og teir trúðu ikki kvinnunum.    

v12 Men Pætur fór tó á føtur og rann út til grøvina, og tá ið hann kagaði inn, sá hann línklæðini liggja har og einki annað; og hann fór heim aftur til sín sjálvs og undraðist á tað, sum var hent.

Gleðiligar Páskir.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. apríl
Frá fyrsta Smirli til í dag - 11. sending
122923
Leygardag 17. apríl
TEMAPLÁTAN: New Jersey, Bon Jovi, 1988
122961
Leygardag 17. apríl
Hetta heilaga Evangeliið skrivar
122959
Leygardag 17. apríl
Brunsj við Niels Petur Nolsøe (NePtuN)
122958
Leygardag 17. apríl
Akkerini vóru bjargingin
122792
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 17. apríl
Hondbóltur: VÍF - H71
122963
Hósdag 15. apríl
Tóki
122879
Mikudag 14. apríl
Hondbóltur: H71 - VÍF
122834
Mikudag 14. apríl
Hondbóltur: Neistin - STIF, 1. FM-finalan
122833
Týsdag 13. apríl
Katrin Danielsen, Ílegusavnið
118857