Tema: Strandferðslan á vegamóti

Tema: Strandferðslan á vegamóti
Skipini eldast og slítast, men politiska kósin fyri stovnin er ring at fáa eyga á, sigur Hilmar Eliasen, stjóri. Sí innslag um SSL og politiskt kjak
20.04.2021 - 21:29

Í einum longri innslagi lýsa vit støðuna á Strandferðsluni, sum stríðist við ov lítla játtan til ein skipaflota, ið gerst alsamt eldri og harvið tyngjandi fyri raksturin. Feskasta dømið er umvælingin av Ternuni, sum sambært nýggjastu metingunum kemur at kosta 18 milliónir krónur. Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Hallur E. Thomsen leggja til rættis.

Eftir innslagið kjakast Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, um framtíðina hjá Strandferðsluni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851