Ukraina sum lús millum tvær negl

Ukraina sum lús millum tvær negl
Tað vóru uttanríkisráðharrarnir úr USA og Russlandi, sum hittust í morgun at umrøðu støðuna á markinum millum Ukraina og Russland
21.01.2022 - 17:52

Útlitini eru serstakliga vánalig fyri eini semju, sum skal linka spenningin á markinum millum Ukraina og Russland. Hvørki amerikanski uttanríkisráðhaðharrin, Anthony Blinken, ella tann russiski, Sergey Lavrov, vóru serliga bjrtskygdir, tá teir hittust til ein tveir tímar langan fund í Geneve í morgun. Russar hava flutt eina stóra hermegi á einar 100.000 hemenn og nógvar hernaðarútgerð til markið við Ukraina. Samstundis hevur Russland millum annað kravt, at NATO viðurkennir, at Ukraina ongantíð gerst partur av NATO. Russland sær tað eisini sum eina avbjóðing, at vesturheimurin er við til at dubba ukrainska herin við at senda landinum meira vápn og stuðul annnars. Millum annað hava bretsk hernaðarflogfør flutt stóra mongdir at hernaðarútgerð til Ukraina. USA og teirra sameindu hava eisini hótt við fleiri tiltøkum móti Russlandi, um landið ger av at gera innrás í Ukraina. Men tað kann eisini enda við, at teir sameindu vestanfyri kunnu fara inn við hermegi, um innrásin gerst veruleiki.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012