Samgongulimir taka ikki undir við samferðslupakkanum

Samgongulimir taka ikki undir við samferðslupakkanum
Hósdagin fer løgtingið at viðgera samferðslupakkan hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni
25.01.2022 - 18:15

Avgjøld

Millum annað ætlar landsstýrið at hækka prísin á bensini, dieseli og tungolju 13 oyru liturin.

Og 300 kr. verða lagdar omaná vegskattin.

Í samferðslupakkanum sigur landsstýrið eisini, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skulu verða ókeypis at brúka.

Tingmenninir Heðin Zachariasen hjá fólkaflokkinum og Jóhan Dahl hjá sambandsflokkinum, taka ikki undir við samferðslupakkanum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri fólkaflokkin vil ikki hava at prísurin á bensini og dieseli hækkar.

Samferðslubólkurin

Samferðslupakkin hjá Jørgeni Niclasen kemur nú í tingið, eftir drúgva viðgerð hjá samferðslubólkinum. 

Samferðslubólkurin er samansettur av tveimum løgtingslimum úr hvørjum samgonguflokki. 

Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin og Bill Justinussen tingmaður fyri Miðflokkin, halda at úrslitið av samferðslupakkanum, sum heild er gott.

Báðir eru limir í samferðslubólkinum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652