Kvinnur á listanum: Skommin er ikki okkara

Kvinnur á listanum: Skommin er ikki okkara
Enn einaferð eru kvinnur fyri ágangi á netinum, nú privatar myndir av kvinnum ferðast millum teldur í Føroyum. Men nú finna kvinnurnar seg ikki í tí meira. Tær tala at
19.05.2022 - 21:00

Guðrun Magnussen, Rannvá Magnadóttir og Anne Priess eru tríggjar av yvir 70 føroyskum kvinnum, sum eru á einum lista - enn tá í alfabetiskari raðfylgju - ið ferðast sum eitt katalog millum teldur í Føroyum, har tú kanst trýsta á nøvnini og síggja ymsar privatar myndir av hvørjari kvinnu. 

Talan er um sonevnda "Golden Maps". Hendan mappan er ikki nýggj. Longu í 2011 skrivaði Sosialurin um marruna hjá føroyskum kvinnum.

Leygardagin varð "Golden Maps" vakt aftur til lívs , tá løgreglan boðaði frá mappuni. Og boðini vóru millum annað, at lat vera við at senda slíkt. 

 

Skommin er ikki okkara

Nú taka nakrar av kvinnunum á listanum blaðið frá munninum, og traðka alment fram og taka frástøðu frá talgilda harðskapinum, ið tær verða útsettar fyri. Rørslan byrjaði á Instagram, men hevur nú breitt seg til alt samfelagið. 

Kvinnurnar siga eisini frá sær skommina, ið nógv hava hug at áleggja teimum, tí at privatar myndirnar av teimum liggja á internetinum. 

"Eg havi onki at skammast yvir," staðfestir Rannvá Magnadóttir. "Hinvegin er tað tey, ið deila sovorið á internetinum, ið skulu skamma seg. Tað er eisini ólóglig. Eg valdi at leggja øll kortini á borðið, fyri at fáa boðskapin út, at um fólk fáa hesar myndirnar sendandi, so mugu tey steðga við tí og ikki senda tær víðari. 

 

Tosa fyri tær, ið hava tað ringt

Allar tríggjar kvinnurnar vita um aðrar kvinnur á listanum, ið hava tað sera ringt av støðuni. 

"Eg eri ein av teimum sterku. Hatta hevur ikki fingið meg niður við nakkanum. Eg veit, at fleiri eru farin ordiliga í kolkjallaran av hesum. Eg havi samskift við fleiri av teimum. Tær hava koyrt hurðina aftur og hava ikki hug at fara út millum fólk, tí tær føla seg dømdan av hvørjum persóni, ið hyggur at teimum," sigur Anne Priess. 

"Har eru nógv nøvn á listanum, og eg eri bara ein av teimum," staðfestir Rannvá Magnadóttir. "Eg veit, at tað eru ikki allar kvinnurnar, ið taka tað á sama máta sum eg geri. Summar fáa álvarsliga skaða sálarliga av hesum og hava ringt við at koma út millum fólk, og onkur hevur tikið farloyvi frá arbeiðinum. Og tær fáa ikki tosa fyri seg, og tí valdi eg at traðka fram alment og siga frá við einum videobroti alment á Instagram."

Higartil hava 15.000 fólk sæð videobrotið hjá Rannvá Magnadóttir. 

"Eg valdi at traðka fram alment og seta orð á hetta, tí so hevði eg eitt lítið sindur av tamarhaldi á støðuni. Og eg kundi akkurát tað sama royna at fáa okkurt gott burtur úr støðuni, og vísa á, at hetti hendir fyri fleiri, enn mann heldur. Men eisini tað, at kjakið, ið stendst av hesum her, at tað ikki er í ordan, soleiðis sum mann vinklar tað í dag, soleiðis sum hugburðurin er," sigur Guðrun Magnussen. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010