Ósbjørn Jacobsen teknar ikki tjóðleikhúsið

Ósbjørn Jacobsen teknar ikki tjóðleikhúsið
Viðurkendi arkitekturin, Ósbjørn Jacobsen, fer ikki at lata inn uppskot til nýggja tjóðleikhúsið. Uppskotið skal teknast, tá ið fólk eru í summarfrí
28.06.2022 - 18:54

25. august skulu arkitektauppskotini til nýggja tjóðleikhúsið latast inn. Men longu nú er greitt, at bara nøkur av teimum fimm undangóðkendu toymunum fara at lata uppskot inn.

Henning Larsen North Atlantic metir seg ikki hava orku at vera við, nú uppskot til tjóðleikhúsið skal gerast. 

Tjóðleikhúsið hevur verið frammi fleiri ferðir. Einaferð varð gjørt av, at tað skuldi vera á á Skálatrøð. 

Sjálvt um samtøkini hava havt fýra mánaðir at arbeiða við uppskotinum um tjóðleikhús, so metir Ósbjørn Jacobsen ikki, at hansara arkitektavirki hevur tíð lata inn eitt uppskot.

Henning Larsen hevur spurt Landsverk um at útseta freistina, men fingu ikki viðhald.

Hini arkitektasamtøkini, ið eru undangóðkend at koma við uppskotum, eru Kontrast, MAP Arkitektar, SNA og Zeta/Brim Arkitektar. Nøkur av hesum arkitektasamtøkunum siga við Kringvarpið, at tey eru ivandi, um tey fara at lata uppskot inn, tí at tíðarfreistin er so knøpp.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652