Ógreitt um Føroya Tele verður sundurskilt

22.08.2022 - 17:58
Aktuelt
Ógreitt um Føroya Tele verður sundurskilt
Hóast óheft kanning frá Copenhagen Economics mælir til, at Føroya Tele verður ognarliga sundurskilt, er ógreitt um politiska skipanin tekur undir við tilmælinum

Landsstýrismaðurin hevur nú fingið frágreiðing, sum Landsstýrið hevur biðið um. Nevndirnar í Føroya Tele og Neti vórðu bidnar um at gera eina óhefta frágreiðing. Tær bóðu Copenhagen Economics um at gera greiningina.

Frágreiðingin, sum er 92 síður, lýsir tvey ymisk høvuðsmodell fyri sundurskiljing í Føroyum.

Annað er, at Net løgfrøðiliga verður skilt frá FT-samtakinum og flutt til landsstýrið at eiga.

Í hinum modellinum vera bara gjørd onnur funktionell tiltøk at skilja sundur, men Net verður framvegis í FT-samtakinum.

Í samgonguskjalinum stendur annars, at farast skal undir eina fulla ognarliga sundurskiljing, tá ið ræður um fjarskiftisnetið.

Sundurskiljingini av Føroya Tele og Net hevur áður elvt til hart orðaskifti.

Í 2020 segði Jan Ziskasen seg úr starvi sum stjóri í Føroya Tele, millum annað tí at hann var ímóti, at Føroya Tele varð sundurskilt. Men stutt eftir tók hann uppsøgnina aftur.

Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, hevur ikki nakar viðmeerkingar til málið í dag.

Nevndarformaðurin í Føroy Tele, Bjarni Arnason, hevur heldur ikki nakra viðmerking.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. desember
Morgunlestur fríggjadagur 2. desember 2022
148596
Hósdag 1. desember
RagnarRokk 1.desember 2022
148135
Hósdag 1. desember
RagnarRokk: Nils Molin um Final Advent
148133
Hósdag 1. desember
Ljóarin, 1. desember 2022
148827
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. desember
Fólkaflokkurin í Andglettinum
148527
Hósdag 1. desember
Val kring landið - Hov
148799
Mikudag 30. november
Tjóðveldi í Tinginum
148742
Mikudag 30. november
Sambandsflokkurin í Andglettinum
148728