Bíleggingarskipan hjá Strandferðsluna enn í óvissu

Bíleggingarskipan hjá Strandferðsluna enn í óvissu
Hóast fýra ár og fimm milliónir krónur eru brúktar uppá at menna eina nýggja bíleggingarskipan til Strandferðsluna, er ein fyribils skipan kortini sett í verk
25.08.2022 - 19:29

Tað er framvegis ógreitt, hvørt Strandfaraskip Landsins fara at taka bíleggingarskipanina BPS, ið felagið Norliga skuldi veita, í nýtslu. 

Men ein fyribils skipan fyri 250 túsund krónur nøktar tørvin so mikið væl, at Smyril eisini fer at brúka fyribilsbíleggingarskipanina, sum Teistin og Herjólfur brúka í dag.

Talan er um somu skipan, sum hevur verið brúkt til Sandoyarleiðina í nøkur ár, og hon skal eisini brúkast, tá Smyril aftur er í sigling.

Hendan skipanin hevur kostað Strandfaraskipum Landsins millum 250.000 og 300.000 krónur. 

Tað er sostatt ikki greitt, hví Strandferðslan hevur brúkt fimm milliónir krónur upp á eina skipan, ið ikki riggar enn, og hevur brúkt minni enn eina hálva millión krónur upp á eina fyribils skipan, ið eftir øllum at døma riggar, sum hon skal. 

Kringvarpið veit, at í seinasta lagi 1. oktober í ár skal avgerð takast um, hvørja lagnu bíleggingarskipanin BPS fær. Tað er sostatt óvist enn, um skipanin verður tikin í nýtslu, ella um tær fimm milliónirnar eru farnar til einkis.

Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerking frá Jóhan Peturi Abrahamsen, virkandi stjóra í Strandfaraskipum Landsins.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584