Ítrótturin skal fáa frið

Ítrótturin skal fáa frið
Veddingarfyritøkur skulu ikki sleppa at lýsa við pengaspæli, tá ið ítróttur verður varpaður út í sjónvarpi, tað ætlar danska stjórnin. Formaðurin í Ítróttarvedding er samdur
29.09.2022 - 18:37

Í vár kom danska skattamálaráðið við frágreiðing, sum vísir, at í fjør høvdu umleið 480.000 fólk í Danmark trupulleikar við pengaspæli.

Hetta er ein tvífalding samanborið við 2016. Eisini vísir kanning hjá greiningarstovninum, Kantar Gallup Adfacts, at um somu tíð eru nógv fleiri lýsingar fyri pengaspøl, at síggja.

Eingi tøl eru fyri, hvussu nógv fólk í Føroyum hava trupulleikar við pengaspæli.

Men formaðurin í smápartafelagnum Ítróttavedding, sum er felag hjá landsstýrinum, Ítróttasambandi Føroya og Føroya Ungdómsráð, heldur uppskotið hjá donsku stjórnini verða skilagott.

Í Føroyum býtir smápartafelagið Ítróttavedding - peningin, sum føroyingar hava spælt fyri hjá Danske Spil, og sum kemur aftur til Føroya frá Dansk Tipstjeneste. Í fjør var samlaða upphæddin góðar 15 milliónir og 600 tusund krónur. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012