Ivast í um flokkurin kemur afturíaftur

Ivast í um flokkurin kemur afturíaftur
Fyri aðru ferð í søguni fekk Sjálvstýri einki fólk valt á ting. Kristin Michelsen ivast í um flokkurin kemur afturíaftur
09.12.2022 - 17:32

Kristin Michelsen, tingmaður hjá Sjálvstýri, ásannaði í gjárkvøldið, tá ið valúrslitið var klárt, at hann kanska hevði gjørt ov lítið fyri at vinna flokkinum fleiri atkvøður.

Sámal Petur í Grund, formaðurin í Sjálvstýri, segði í gjárvkvøldi, at flokkurin nú má eftirmeta støðuna.

Tað er aðru ferð í søguni, at Sjálvstýri ikki hevur fingið umboð valt á løgting, síðani flokkurin fyrstu ferð stillaði upp í 1906. Tað var í 1943, at flokkurin ikki náddi tinggáttina, men í 1946 fekk flokkurin aftur umboð á ting og hevur havt tað síðani - heilt til í gjár.

Kristin Michelsen, ið hevur verið valdur á løgting tríggjar ferðir - tvær ferðir fyri Javnaðarflokkin og eina ferð fyri Sjálvstýri - fer, nú at vera borgarstjóri burturav.

Hann fer helst ikki at stilla upp aftur til løgtingið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585