- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar svartar í mars
Sjálvt um nógv vatn er í Eiðisvatni, kemur næstan einki vatn í byrgingina, nú tá ið frost er, og tí ber ikki til at framleiða streym har í løtuni.
Sama støða er á hinum vatnorkuverkunum kring landið.
Neyðugt er eisini allatíðina at hava vatn í byrgingini sum eyka trygd, um okkurt skuldi gingið galið til dømis á Sundsverkinum.
Tøl hjá SEV vísa, at orkuframleiðslan higartil í mars hevur verið mest olja.
Orkuframleiðsla higartil í mars 2023:
Alt landið
Olja 69%
Vindur 18%
Vatn 10%
Biogass: 1%
Sól: 0%
Eitt undantak hevur tó verið, tá ið talan er um svarta orku. Suðuroyggin hevur verið munandi meira grøn enn restin av landinum.
Suðuroy:
Olja 56%
Vindur 42%
Vatn 2%
Sól: 0%
Orsøkin til, at Suðuroyggin er grønari enn restin av landinum, er battarískipanin.
Tak niður