Teistin silgdi royndartúrar á nólsoyarleiðini í dag. Men skipið, sum sambært fíggjarlógaruppskotinum, skal seljast, er alt ov gott at selja, sigur Magnus Olsen, skipari á Teistanum. Tað er í góðum standi, og egnar seg væl til fleiri aðrar av farleiðunum, sigur hann.