Undantøk vera givin av samvitskuorsøkum

Undantøk vera givin av samvitskuorsøkum
Undantøk verða nú givin, um onkur heilsustarvsfólk av samvitskuorsøkum ikki vilja vera við til at fremja forsturtøku. Tað sigur forkvinnan í rættarnevndini
13.05.2024 - 19:22

Seinnapartin kom rættarnevndin við trimum minnilutaálitum í uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg.

Samgonguumboðini í rættarnevndini, tó við undantøku av Henriki Old, mæla til at samtykka uppskoti at loyva fosturtøku til 12. viku.

Samgonguumboðini hava tó gjørt eina broyting í uppskotinum, sum Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, legði fram.

- Vit hava gjørt eina undantøkuáseting, fyri hvørs starvsfólk tað gongur móti egnari sannføring, at tey skulu fríttstillast at vera við til at fremja fosturtøku, sigur Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini. 


Betri við undantøkum enn eingi at hava

Henrik Old, samgonguumboð, ein annar minniluti, tekur ikki undir við uppskotinum.

Triði minnulutin, andstøðuumboðini, tekur heldur ikki undir við uppskotinum.

- Tað er best, um málið ikki verður samtykt, men um tað ringasta hendir, er betri at hava undantøk enn eingi at hava.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. juni
Praktikanturin: Jónhild Ferjá Hansen
193692
Týsdag 24. juni
Morgunlestur týsdagur 24.juni 2025
193613
Mánadag 23. juni
Poppverturin
193654
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. juni
Veðrið
193694
Týsdag 24. juni
3-2 (23. juni 2025)
193685
Mánadag 23. juni
Jóansøka: 6mf menn
193626