Danskur grunnur vil fíggja Kirkjubøsavn

Danskur grunnur vil fíggja Kirkjubøsavn
Ein ætlan er klár um at flyta ein part av Tjóðsavninum, harímillum kirkjubøstólarnar, til Kirkjubøar. Fíggingin er eisini upp á pláss, men ósemja forðar verkætlanini
11.06.2024 - 19:35

Danski grunnurin Realdania By og Byg hevur bjóðað seg til at yvirtaka eitt fjós í Kirkjubø og umbyggja hann til eitt Kirkjubøsavn, sum eitt nú skal hýsa Kirkjubøstólunum, fyri einar 40 til 50 milliónir.

Kirkjubøstólarnir, ið komu aftur til Føroya í 2002, hava síðani búð í gomlu møblasøluni í Hoyvík, sum hýsir Tjóðsavninum.

Hugskotið um at skapa karmar soleiðis, at Kirkjubøstólarnir kunnu flytast aftur til Kirkjubøar, kemur frá stjóranum í Realdania By og Byg, Peter Cederfeld. Í hansara hugaheimi hava Kirkjubøur og Kirkjubøstólarnir sama søguliga virði fyri Føroyar, sum Jellinge og Jellingesteinarnir hava fyri Danmark.

Stjórin á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, er ovurfegin um tilboðið frá danska grunninum.

 

Yvirtaka bygning

Men tá Realdania By og Byg fer inn í verkætlanir, er vanligt, at tey yvirtaka bygningarnar í eitt tíðarskeið, til raksturin er komin í fasta legu, og síðani lata teir aftur til landið ella ein grunn, sum førir raksturin víðari. Og tað er eisini ætlanin í hesum føri.

Danski grunnurin skal, sambært samstarvavtaluni, keypa fjósið frá Búnaðarstovuni fyri eina krónu og eiga fjósið í 12 ár, tá landið skal keypa tað aftur fyri 10 millliónir - ella í veruleikanum 4 milliónir - tí landið fær samstundis fýra millliónir krónur frá grunninum inn á eina viðlíkahaldskonto.

Afturfyri fáa føroyingar eitt savn, sum er bygt til endamálið.

 

Steðgað upp

Men sambært ætlanini skal hetta ikki bara vera eitt savn. Matstovan KOKS skal eisini vera í bygninginum, og Jóannes Patursson, festibóndi, skal eisini, sambært avtaluni, hava ferðavinnuvirksemi í fjósinum.

Fyri hetta virksemið skal KOKS rinda hálva millión um árið í húsaleigu í 15 ár. Tjóðsavnið skal rinda 250.000 krónur um árið í 35 ár. og Jóannes Patursson skal rinda 50.000 krónur um árið, somuleiðis í 35 ár.

Partarnir skulu eisini semjast um ein prís fyri atgongumerki, og av hesum skulu fimm prosent fara til kirkjuna í Kirkjubø og hini 95 prosentini skulu býtast helvt um helvt millum bóndan og Tjóðsavnið.

Í løtuni er verkætlanin fyribils steðgað upp.

 

Sum skilst, so vil Jóannes Patursson hugsa seg nærri um, tí honum dámar ikki, at fjósið verður frámatrikulerað garðinum og seinni latið landinum at umsita. Hann vil tó ikki stilla upp til samrøðu í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016
Leygardag 13. juli
Landsdystur: Føroyar - Montenegro
178015