Floksfelagi: Jógvan Sundstein var ótroyttiligur

Floksfelagi: Jógvan Sundstein var ótroyttiligur
MINNISINNSLAG: Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður Føroya, andaðist í heiminum í Holbæk í Danmark mánadagin. Hann gjørdist 91 ára gamal
09.07.2024 - 19:40

Hann gjørdist tingmaður fyri Fólkaflokkin í 1970.

Hann var løgtingsformaður frá 1980 til 1984.

Hann var løgmaður frá 1989 til 1991.

Og hann verður lýstur sum ein tolin og ótroyttiligur politikari.

Tíðin í landsstýrinum, fyrst sum løgmaður frá 1989 til 1991 og síðani sum landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 1991 til 1993, var helst tann strævnasta.

Jógvan Sundstein var landspolitikari í 24 ár til hann fór úr politikki í 1994. Seinastu gott 20 árini hava Jógvan Sundstein og konan, Lydia, búð í Holbæk í Danmark. Tey fingu trý børn, Hans Paula, Ruth og Eivind. Jógvan Sundstein var statgóðkendur grannskoðari.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Sunnudag 9. februar
Bolero - 9. februar 2025
187530
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371